Rituvíkingar hátíðarhalda, at bygdin er 150 ár

0 Views· 09/07/23
Góðan morgun Føroyar
0

Í ár eru liðin 150 ár liðin, síðani fyrstu niðursetuhjúnini, Per og Nicolina Højgaard, settu búgv í Rituvík. Tey vóru ávikavist 20 og 19 ára gomul. Nógv verður gjørt burtur úr í hesum sambandi. Hátíðarhaldið hevur fingið egið búmerki, sum Sjúrður Højgaard grafiskur sniðgevi hevur gjørt. Seinni í ár verður konsert í kirkjuni, bókaframløga og fagnaðarguðstænasta, og leygardagin taka flestu rituvíkingar lut í stórum hátíðarhaldi í bygdini.

Show more

 0 Comments sort   Sort By


Up next