Súkklaði tvørtur um Kanada - ljóð

0 Views· 07/07/23
Góðan morgun Føroyar
0

Karina Bennett, sum hevur føroyska mammu og býr í Bretlandi, hevur fyri stuttum verið á einum ógvuliga drúgvum súkklutúri. Hon hevur, saman við øðrum, súkklað tvørtur um alt Kanada. Frá Vancouver á vesturstrondini til Halifax á eysturstrondini. Í alt 6.660 kilometrar. Hon og ein kanadisk vinkona gingu á universiteti saman og lósu fysioterapi. Tá var tað, at hugskotið kom. Tær byrjaðu at leggja ferðina til rættis, og onnur høvdu eisini hug at koma við. Ferðin var ógloymandi og ein uppliving fyri lívið, ásannar Karina.

Show more

 0 Comments sort   Sort By


Up next